Taka Turkihúsið niður

Taka Turkihúsið niður
Vestmanna kommuna heitir nú á tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, um beina teir burtur, áðrenn farið verður at taka niður
Turkihúsið í Vestmanna verður nú tikið niður
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
20.10.2020 - 10:28

Í næstum verður Turkihúsið í Vestmanna tikið niður.

Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.

Vestmanna kommuna hevur í tveimum førum boðið út Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stendur, til íbúðabygging, gistingarhús ella handil.

Men eingin avtala er fráboðað enn.

Turkihúsið verður í næstum tikið niður, og tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, verða biðin um at beina hesar burtur, áðrenn arbeiðið byrjar.

Annars verða lutirnir beindir burtur saman við húsinum. Húsið stendur opið, so tað slepst inn eftir møguligum lutum, sigur Vestmanna kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342