Løgtingið viðger sáttmálar um landgrunnin

Løgtingið viðger sáttmálar um landgrunnin
Sáttmálarnir gera Føroyar 27.000 ferkilometrar størri
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eigur uppskotini um marknasáttmálarnar við Ísland og Noreg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2020 - 09:14

Løgtingið fer seinnapartin í dag at viðgera marknasáttmálarnar við Ísland og Noreg um landgrunnin norðanfyri.

Landsstýrið hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmálarnar, sum gera Føroyar 27.000 ferkilometrar størri.

Sáttmálarnir hava verið leingi á veg. Arbeiðið við at gera teir byrjaði fyri 18 árum síðani.

Atkvøða um fimm mál

Annars er atkvøðugreiðsla um fimm mál í dag.

Talan er um uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um dagpengar til stjórar í smáum feløgum, leigubústaðir í útoyggj og eykajáttan til yngri læknar.

Beinta Løwe í Tjóðveldi hevur uppskot um eykajáttan til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar.

Sjálvboðið arbeiði

Og atkvøðast skal eisini um uppskotið hjá landsstýrinum um, at fólk kunna forvinna upp í 50.000 skattafríar krónur fyri sjálvboðið arbeiði til frama fyri ítrótt.

Markið hevur verið 30.000 kr. síðani 2013.

Tingfundurin í dag er klokkan eitt. Í morgin eru munnligur spurningar í løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791