- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarni Arnason nýggjur formaður í Føroya Tele
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bjarni_arnason.png?itok=vkQtRQV6)
Bjarni Arnason er valdur sum nevndarlimur í samtaksnevndina fyri Føroya Tele, og eftir eykaaðalfundin skipaði nevndin seg við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.
Tað boðar Føroya Tele frá.
Landsstýrið verlur fýra nevndarlimir, og tríggir umboða starvsfólk. Nýggi nevndarlimurin umboðar eigaran, Føroya Landsstýri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur valt hann.
Grannskoðari og stjóri í Numo
Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði størri og smærri fyritøkum.
Bjarni Arnason starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðaravirkinum NUMO.
Hinir nevndarlimirnir í Føroya Tele eru Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Lena L. Mohr, Levi T. Nybo, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Simonsen.