Heildarætlan løgd fram í kvøld

Heildarætlan løgd fram í kvøld
233 borgarar hava gjørt viðmerkingar til heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt, sum nú verður løgd fram
 
19.10.2020 - 06:43

Heildarætlanin fyri Karlamagnusarbreyt er nú liðug og verður løgd fram. Tórshavnar Kommuna hevur arbeitt við at endurskoða Karlamagnusarbreyt, tí nógvar avbjóðingar eru í økinum.

Karlamagnusarbreyt var upprunaliga ætlað til vinnuøki, men fíggjarkreppan í 2009 - 2010 broytti ætlanina til í høvuðsheitum at vera til íbúðabygging. 

Nú eru meira enn 300 íbúðir komnar við Karlamagnusarbreyt. Størstu trupulleikarnir eru ferðslan og vantandi parkering, gøtur, gonguleiðir og fríøki.

233 viðmerkingar frá borgarum

Býarskipanardeildin og tekniska deild hjá býráðnum hevur í eina tí arbeitt við at greina ymisku avbjóðingarnar, eins og 233 borgarar gjørt viðmerkingar.

Heildarætlanin hevur síðani verið til politiska viðgerð, og fer nú til almenna hoyring.

Kunningarfundurin um heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt verður í Skúlanum við Løgmannabreyt  í kvøld klokkan 19.

Øll, sum ætla sær á fundin, skulu melda seg til áðrenn á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342