- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarmálaráðið harmast verkfallið
Fíggjarmálaráðið harmast um, at felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall fyri nakrar av limunum.
Tað sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.
Ráðið vísir á, at tað góðtók semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, hóast einki av upprunaligu krøvunum hjá ráðnum vóru við í uppskotinum.
Fíggjarmálaráðið vísir eisini á, at undir seinastu samráðingunum, fingu sjúkrarøktarfrøðingarnir meira í lønarhækking í prosentum enn hini fakfeløgini.
0 prosent
Fíggjarmálaráðið legði tí upprunaliga upp til null prosent í lønarhækking hesaferð, men í royndini at finna semju hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað felagnum somu lønarhækking - 5,8 prosent yvir trý ár - sum hini fakfeløgini hava fingið.
Eisini vildi Fíggjarmálaráðið broyta avtaluna um arbeiðssteðg fyri at tryggja, at møguligur arbeiðssteðgur ikki hevur hættisligar avleiðingar fyri sjúklingarnar.
Eisini hesum kravinum sigur Fíggjarmálaráðið seg hava slept í royndunum at finna semju við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Einki samband millum partarnar
Fíggjarmálaráðið sigur seg altíð vera til reiðar at sessast við samráðingarborðið, stendur í tíðindarskrivinum.
Forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarførðingar, Óluvá í Gong, sigur at onki samband hevur verið millum partarnar enn, og at tey eru í bíðistøðu.
Meira verður at hoyra frá Óluvu í Gong seinni í dag.