- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall mánadagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/torshavn_landsjukrahusid_torshavnar_havn_0.jpg?itok=hlqpW5WV)
Verkfall verður lýst fyri sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum, skurðsjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum eru kortini undantiknir, og teir fara ikki í verkfall.
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum skrivar soleiðis á heimasíðuni um avgerðina at fara í verkfall:
"Vit hava nú verið í sáttmálaloysi síðani 1. oktober 2019. Viljin til at finna eina loysn hevur verið stórur frá okkara síðu, og vit hava veruliga tikið atlit til alheimsheilsustøðuna. Men Fíggjarmálaráðið tykist ikki at ynskja eina semju, og roynir enntá at grugga málið við at draga lønarhækkingina, ið vit samráddu okkum til í 2017, inn í lønarkarmin hesuferð.
Eftir at hava sitið til samráðingar síðani 4. desember 2019 og saman við Semingsstovninum í 4 vikur, mugu vit bara staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál.
Vit kenna okkum tí noydd at lýsa verkfall."
Hoyr eyka tíðindasendingina, sum var í útvarpinum klokkan 10:50, her.