Ferðafólk skulu altíð sleppa við Smyrli

Ferðafólk skulu altíð sleppa við Smyrli
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur havt fund við Strandferðsluna um farmaflutningin við Smyrli
Tey, sum ætla at fáa farm við Smyrli, skulu boða frá gjøgnum eina bíleggingarskipan
 
16.10.2020 - 11:46

Ein bíleggingarskipan og prísmunur skulu gera, at farmaflutningurin hjá Smyrli ikki ávirkar ferðafólkaflutningin.

Tað kom burtur úr fundinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevði við Strandafarskip landsins mikudagin.

Tey, sum ætla at fáa farm við Smyrli, skulu boða frá gjøgnum eina bíleggingarskipan, so Strandferðslan altíð veit, hvussu nógvur farmurin er, sum skal við.

Og tey, sum hava farm við teir túrar, sum nógv ferðafólk eru við, skulu gjalda meira fyri hann. 

Sami prísur sum nú verður fyri farmin, sum fer við, tá ferðafólkini ikki eru so nógv.

Og farmur skal ongantíð gera, at ferðafólk ikki sleppa við.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962