- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki grundarlag at kalla partarnar saman
Einki grundarlag at kalla partarnar saman
Teir standa ov langt frá hvørjum øðrum í nøkrum "kardinalspurningum," sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/semingsroynd_vid_sjukraroktarfrodingar.jpg?itok=twT-LC_9)
Sum er, er ikki grundarlag hjá Semingsstovninum at kalla partarnar saman aftur, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
16.10.2020 - 13:13
Grundarlag er ikki fyri at kalla partarnar saman aftur sum er.
Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, um sáttmálatrætuna millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lýst verkfall mánamorgunin klokkan sjey.
Semingsstovnurin hevur havt samband við partarnar, síðani sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskotið í síðstu viku.
Men í gjár noyddust semingsmenninir at ásanna, at grundarlag er ikki fyri at kalla partarnar saman aftur, tí teir standa ov langt frá hvørjum øðrum í nøkrum "kardinalspurningum," sum Terje Sigurðsson málber seg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV