Thetis ársins íverkseti

Thetis ársins íverkseti
Thetis er Ársins íverkseti 2020. Regin W. Dalsgaard og Marita Debes Magnussen tóku ímóti heiðrinum
 
15.10.2020 - 13:53

Fyritøkan Thetis er ársins íverkseti 2020.

Tað varð kunngjørt seinnapartin.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi, at dómsnevndin hjá Íversetarahúsinum hevði valt fyritøkuna Thetis til Ársins íverkseta.

Løgmaður segði, at  Ársins íverkseti hevur loftað einum eftirspurningi frá framleiðsluvinnuni um at veita kanningar í sambandi við matvøruframleiðsluna í Føroyum. Felagið hevur í nøkur ár hevur bygt seg upp til at vera ein kanningarstova á høgum stigi, og fyritøkan hevur m.a. fingið altjóða góðkenningar, sum prógva, at kanningarnar eru á einum altjóða góðkendum stigi.

Nýggjar avbjóðingar

Bárður á Steig Nielsen segði, at fyritøkan hevur uppbygt nógva vitan í mong ár, og hevur loftað nýggjum avbjóðingum.

Nýggjasta dømið um hetta er stóri leikluturin í koronukanningunum. Ágrýtni og áræði hevur verið teirra eyðkenni, og hevur felagið víst stóran fleksibilitet fyri at nøkta stóra tørvin, sum brúkarar og samfelagið hava havt tørv á, segði løgmaður.

Roknskaparliga hevur gongdin hjá Thetis verið ymisk, men seinastu árini hevur felagið havt støðuga framgongd, og í fjør hevði fyritøkan eitt gott fíggjarligt úrslit.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342