- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læra at festa landsjørð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/f84d038d4fa8aa92964602cc705db312.png?itok=sPNN7WGO)
Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna fyri yrkisskeiði í landbúnaði.
Skeiðið gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði, og byrjar 27. oktober. Undirvíst verður tvey kvøld um vikuna.
Fjarlestur
Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur, so at tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum, skrivar Búnaðarstovan, sum tó leggur dent á, at fjarlestrarmøguleikin er eitt eyka tilboð, ið ikki eigur at verða raðfest fram um undirvísingina í skúlastovuni.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar í seks pørtum og ein skrivlig verkætlan.
Hvør skeiðspartur endar við próvtøku, og verkligar venjingar eru eisini.
Fólk, sum skulu taka skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt, stendur m.a. á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni.
Evstamark at tekna seg er 23. oktober.