- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umbyggjast fyri 13,7 milliónir krónur
Umbyggjast fyri 13,7 milliónir krónur
Tær tríggjar kommunurnar í eldrasamtakinum Roðanum hava sett pening av til at umbyggja Eysturoyar røktar- og ellisheim í Runavík
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eysturoyar_roktar-_og_ellisheim_0.jpg?itok=E63PJ5SI)
Eysturoyar røktar- og ellisheim í Runavík skal umbyggjast fyri 13,7 milliónir krónur
14.10.2020 - 07:42
Tær tríggjar kommunurnar í eldrasamtakinum Roðanum hava sett pengararnar av í ár og næsta ár. Í umbyggingini verður farið frá tveimum køkum til ein køk, sum er høgliga staðsettur í húsinum.
Allar funktiónirnar, sum nú eru í kjallaranum í Heilsudeplinum í Runavík, flyta í ellisheimið. Og svimjihylurin, sum ikki er brúktar í meira enn tíggju ár, verður tikin í brúk aftur.
Sáttmálar eru gjørdir við tey, sum skulu gera umvæingararbeiðið. Arbeiðið byrjar alt fyri eitt. Sambært tíðarætlanini verður tað liðugt seint næsta summar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV