- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hóskvøldið: Spyr um gongd í haga
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hvannhagi_5.jpg?itok=L-RSX2aM)
Fundurin hóskvøldið er partur av Heystfagnaðinum á Eiði, og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Í ár er ikki møguligt at bjóða áhoyrarum við til fundin, sum í staðin verður sendur í sjónvarpinum.
Hyggjarar hava tó kortini møguleika at seta spurningar. Skriva tín spurning, so stuttan og greiðan sum tilber, og tilskila, hvønn spurningurin er til. Til ber at seta spurningar her á heimasíðuni í annaðkvøld.
Luttakarar eru landsstýrismaðurin í landbúnaðar- & ferðavinnumálum, umboð fyri allar flokkar á løgtingi, umboð fyri Jarðir og Hagafelag Føroya, leiðarin á Menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, umframt umboð fyri landbúnaðin.
Beinleiðis kjakfundurin verður sendur í sjónvarpinum, eftir Dag & Viku hóskvøldið 15. oktober.