- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Sverri ikki latin landsstýrinum enn
Jákup Sverri ikki latin landsstýrinum enn
Fiskimálaráðið hevur ikki fingið at vita, nær tað fær skipið. Og á skipasmiðjuni Mest fæst heldur einki at vita
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jakuip_sverri1.png?itok=2esKYF7D)
Jákup Sverri hevur gjørt fleiri tekniskar royndartúrar í summar, men skipið er ikki latið landsstýrinum enn
14.10.2020 - 11:10
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri er ikki latið landsstýrinum enn.
Skipið liggur framvegis hjá Mest á Skála.
Fiskimálaráðið hevur ikki fingið at vita, nær tað fær skipið. Og á skipasmiðjuni Mest fæst heldur einki at vita.
Upprunaliga var ætlanin, at Jákup Sverri skuldi fara í sigling í juni.
Skuldi vera liðugur hálvan september
25.august varð sagt, at hann bleiv liðugur hálvan september.
Um korona eigur alla seinkingina, ber heldur ikki til at fáa at vita.
Kjølurin varð strektur í Litava 17.september í 2018.
Skrokkurin kom á Skála 22.september í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV