- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlin liðugur um tríggjar vikur
Skúlin liðugur um tríggjar vikur
Skúlin á Fløtum skal takast í nýtslu týsdagin 3. november, ætlar kommunan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (juni 2020)
13.10.2020 - 11:18
Týsdagin 3. november verður hátíðarhald í skúlanum á Fløtum í Havn í sambandi við, at skúlin verður tikin í brúk, sigur Sigurð Ólason Vang, leiðari á Mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Byrjað verður at flyta í skúlan dagin fyri ella fríggjadagin 30. oktober. Øll flyta ikki í senn, men flytingin tekur nakrar dagar. 15 bingjur, 40 føtur stórar, eru komnar til landið við innbúgvi.
Og flytast skulu eisini millum 370 til 400 vørupallar við amboðum og øðrum tilfari úr hinum skúlunum, sum skúlin á Fløtum er í nú. Skúlin á Fløtum er nú í seks hølum í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV