- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri børn fødd
Færri børn fødd
42 færri børn vórðu fødd í Føroyum í tíðarskeiðnum frá 1. september 2019 til 1. september í ár enn frá 2018 til 2019
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/barn_1.jpg?itok=-_mXfeUN)
Frá 1. september 2018 til 1. september vórðu 696 børn í Føroyum. Frá 1. september 2019 til 1. september 2020 var talið 654
13.10.2020 - 08:51
Færri børn eru fødd, og færri fólk eru deyð frá 1. september í fjør til 1. september í ár enn frá 2018 til 2019. 42 færri børn og 34 færri deyð, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Tann 1. september í ár var fólkatalið 52.703, 768 fleiri enn fyri einum ári síðani. Frá 2018 til 2019 var vøksturin størri, tá var hann 919 fólk.
Hagstovan sigur, at ilt er at siga, um korona ávirkar gongdina í fólkatalinum. Orsøkin til minni vøkstur í ár er minni nettotilflyting. Hon er minkað úr 629 fólkum niður í 486 fólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV