- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgrevstur bíðar eftir loftferðslumyndugleikunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/a_fossum.jpg?itok=juUbfVY4)
Statens luftfartsvæsen skal geva loyvi, tá tyrvingarvegurin liggur tætt við tyrlupallin. Vantandi loyvið ger, at ikki slepst av við avgrevsturin.
Í fyrstani var tyrvingarvegurin eitt annað stað og tá var í lagi. Men jarðareigarar kravdu vegin fluttan.
Svarið kemur kanska hesa vikuna
Harley Joensen, sum hevur byggileiðsluna, sigur, at onnur arbeiði enn avgrevstur verða gjørd í útstykkingini, meðan bíðað verður eftir svari.
Hann sigur við útvarpið, at Statens luftfartsvæsen skuldi svara í síðstu viku, so hann væntar svarið í hesari vikuni.
18. juni boðaði Klaksvíkar kommuna frá, at spakin varð settur í verkætlanina Uppi á Fossum í Klaksvík, har 91 grundstykki skulu gerast í trimum byggistigum.