Norðoyatunnilin stongdur um næturnar til í februar

Norðoyatunnilin stongdur um næturnar til í februar
Vegøksl og verja skulu stoypast fram við báðum síðum gjøgnum allan tunnilin
Norðoyatunnilin verður stongdur um náttina hetta til eina ferð í februar.
 
12.10.2020 - 07:49

Felagið Tunnil boðar frá í morgun, at Norðoyatunnilin skal dagførast, og tað arbeiðið byrjar í kvøld.

Norðoyatunnilin verður stongdur um næturnar frá sunnukvøldi til fríggjamorgun frá klokkan tíggju um kvøldið til klokkan seks um morgunin. Koyrandi verður tó klokkan ellivu, á midnátt, klokkan tvey og fýra.

Vegøksl og verja skulu stoypast fram við báðum síðum gjøgnum allan tunnilin. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at bilar ikki koyra inn í óregluligan sprongdan tunnilsvegg.  

Sama arbeiði gerast í Vágatunlinum

Samstundis skal SEV leggja tveir kaðalar gjøgnum tunnilin. Ljós verða sett á kantsteinin. Harafturat verða lekar tettir.Tunnilin varð upprunaliga bygdur við einum pumpubrunni á botni. 

Kanningar hava víst, at mesta vatnið lekur undir Háfjalli, sum er frá Klaksvík og niður í hálva brekkuna. Nýggj pumpustøð verður gjørd 1.600 metrar frá tunnilsmunnanum Klaksvíksmegin.

Tá arbeiðini í Norðoyatunlinum eru liðug, ætlandi í februar næsta ár, verða somu arbeiði gjørd í Vágatunlinum. Har verður tó ikki nýggjur pumpubrunnur gjørdur. Minni lekur, og Vágatunnilin er ikki líka djúpur sum Norðoyatunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342