- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnarborgarar hava størstu inntøkuna
Borgarar í høvuðsstaðarkommuni hava ta størstu inntøkuna í landinum.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Tøka miðinntøkan hjá borgarum í Tórshavnar kommunu er góðar 199.000 krónur um árið, eftir skatt og avgjøld.
Hetta eru 15.000 krónur meira enn miðinntøkan fyri alt landið, sum er góðar 184.000 krónur.
Á øðrum plássi liggja borgarar í Kunoyar kommunu, og borgarar í Eysturkommunu hava triðstørstu inntøkuna.
Minst í Húsavík
Tann lægsta miðinntøkan er í Húsavíkar kommunu. Hon er góðar 134.000 krónur um árið.
Hetta eru neyvt 50.000 krónur minni enn miðinntøkan fyri allar Føroyar.
11 av teimum 12 kommunum við lægstu miðinntøkuni eru kommunur í suðurøkinum, Sandoynni og í Suðuroynni.
Tvøroyrar kommuna er tann kommunan í suðurøkinum, sum hevur størstu miðinntøkuna. Hon liggur á 14. plássi, og har er miðinntøkan 173.000 krónur, góðar 10.000 krónur minni enn miðinntøkan fyri alt landið.
Hagstovan sigur, at uppgerðin er gjørd eftir miðinntøkuni, og ikki miðalinntøkuni, tí miðalinntøkan kann ávirkast nógv av inntøkuni hjá fáum einstaklingum, serliga í smáum kommunum.
Tølini eru gjørd við støði í inntøkunum í 2018.