- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanna Vang nýggjur Løgtingsins umboðsmaður
Hanna Vang, rættarassessor, rættarhjásiti, í Føroya rætti og fakligur leiðari við Fútarættin, verður nýggjur Løgtingsins umboðsmaður.
Løgtingið hevur einmælt samtykt, at Hanna Vang skal taka við sum Løgtngsins umboðsmaður eftir Sólju í Ólavsstovu, sum gevst á nýggjárinum.
Starvið er sett í fimm ár.
Sólja í Ólavsstovu hevur verið Løgtingsins umboðsmaður síðani 2006.
Frá dómarafulltrúa til Umboðsmann
Hanna Vang varð útbúgvin løgfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2005. Frá 2005 til 2010 starvaðist hon sum politifulltrúi/almennur ákæri, og hon fekk eisini advokattilnevning í 2010.
Frá 2010 til 2012 var Hanna Vang adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í 2012 gjørdist hon dómarafulltrúi við Føroya rætt, og síðani 2018 hevur hon starvast sum rættarassessor.
Frá 2015 til 2019 hevur hon eisini verið knýtt at Fasta Gerðarrætti, bæði sum forkvinna og dómari.
Hanna Vang er 41 ára gomul, er gift og eigur tvey børn. Hon tekur við embætinnum 1. januar 2021.