- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla ætlanini at skerja lønarískoytið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/suni_selfoss_05433.jpg?itok=wosiohIq)
Fakfelagsráðið, sum umboðar 31 fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum, mótmælir ætlanini hjá landsstýrinum at broyta skipanina við lønarískoyti, so løntakarar ikki longur fáa sáttmálaløn fyri arbeiði.
Felagið sigur, at løntakarar, sum eru í skipanini við tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúka ella brek skulu sum meginregla ikki hava við sær, at viðkomandi verður verri fyri lønarliga enn starvsfelagarnir og tey, sum arbeiða eftir sama sáttmála.
Fakfelagsráðið sigur, at við lógarbroytingini verður hetta broytt, og tað fer at raka ein stóran part av skipanini við tillagaðum størvum í framtíðini.
Ískoytið bara ein partur av sáttmálalønini
Eftir 1. januar verður lønarískoytið bara ein partur av sáttmálaásetingini, og tess størri mein, eitt fólk hevur, tess minni kann viðkomandi vænta at fáa av síni sáttmálaløn.
Fakfelagsráðið krevur, at sáttmálin á økinum og lønarviðurskiftini verða avgerandi fyri lønarískoytið.
Nú verða tað ein tilvildarlig ásett upphædd og mótrokning, sum gera av, hvussu lønarískoytið verður, siga tey 31 fakfeløgini.
Sí skrivið frá Fakfelagsráðnum her