- Tíðindi, mentan og ítróttur
Falskur fundarluttakari á fundi í Fólkatinginum
Kunningartænastan í Fólkatinginum sigur í tíðindaskrivi í dag, at á fundinum varð tosað um støðuna í Hvítarusslandi. Samstundis var eisini tosað um, hvussu fólkið í Hvítarusslandi kann fáa stuðul til stríðið fyri frælsi og mannarættindum.
Tá fundurin týsdagin varð settur, høvdu Svetlana Tikhanovskaja og hennara fólk, sambært upplýsingum, trupulleikar við at koma í mynd á skíggjanum í fundarhølinum, og tí bar ikki til at síggja hana.
Fundurin vardi í 40 minuttir.
Ánaðu óráð
Sum fundurin leið, gjørdust tey varug við, at her ruggaði ikki alt rætt. Nevndin samdist tí um at slíta fundin.
Tað er á slíkum fundum í Uttanríkispolitisku nevndini, at kjakast verður mál, sum hava tilknýti til uttanríkispolitikk og trygdarpolitikk. Fundarluttakararnir mugu ikki endurgeva tað, sum er sagt á fundinum, og ikki er loyvt at hava fartelefon og aðra elektroniska útgerð við á fundin av ótta fyri avlurting og njósning.
Fólkatingið skrivar í tíðindaskrivinum, at á fundinum varð einki sagt, sum kann ávirka danska uttanríkispolitikkin. Málið verður nú kannað.
Okkurt at hugsa um
Martin Lidegaard, formaður í uttanríkispolitisku nevndini, sigur við Ritzau, at hann vónar, at talan bert er um grovt skemt, men hann óttist kortini fyri, at luttøkan á fundinum kann verða misbrúkt. - Hetta gevur okkum eisini okkurt at hugsa um, sigur Martin Lidegaard.
38 ára gamla Tikhanovskaja er nýggj í politikki, og sambært andstøðuni, vann hon forsetavalið í Hvítarusslandi og á Aleksandr Lukasjenko, sum hevur verið forseti í landinum í 26 ár. Sambært almenna valúrslitinum fekk Lukasjenko tó 80 prosent av atkvøðunum.