Breddin: Kommunuvalið og politikkur í Danmark

Breddin: Kommunuvalið og politikkur í Danmark
Kommunuvalið verður 10. november
 
08.10.2020 - 11:53

Nú verður síðsta hond løgd á at stilla upp til kommunuvalið, sum verður 10. november.

Tað er kortini ymiskt, hvussu stillað verður upp kring landið. Summastaðni er bara ein listi, aðrastaðni verður stillað upp á bygdalistum, og í ávísum kommunum stilla politisku flokkarnir upp.

Men hví er tað, at flokslistar vinna fram summastaðni, og er nøkur felags politisk linja at hóma, har flokkar stilla upp?

Politiskir eygleiðarar viðgera hendan og aðrar spurningar.

Kreppa í Radikala Vinstra

Ein politisk bumba brast í donskum politikki í gjár, tá Morten Østergaard, formaður í Radikala Vinstra, brádliga legði frá sær. 

Orsøkin var, at tað á fundi í tingbólkinum kom undan kavi, at tað var hann, sum fyri 10 árum síðan hevði óhóskandi atburð mótvegis einum floksfelaga.

Í sendingini hyggja vit at, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri politikk í Danmark.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878