3.000 færri viðgerðir og kanningar í ár

3.000 færri viðgerðir og kanningar í ár
Korona var steinur oman á byrðu á skurðdeildunum, har læknatrot og fleiri ávísingar vóru frammanundan, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Korona hevur verið steinur oman á byrða í sjúkrahúsverkinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður
 
08.10.2020 - 09:29

Ambulantar kanningar og viðgerðir eru stívliga 3.000 færri higartil í ár, enn tær vóru somu tíð í fjør.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um bíðilistarnar hjá sjúkrahúsunum.

Landsstýrismaðurin sigur, at serliga í ortopediini, á skurðdeildunum, og í fysio- og ergoterapiini eru avbjóðingar á øllum trimum sjúkrahúsunum. 

Harafturat eru bíðilistarnir í pørtum av psykiatriini framvegis longri enn, áðrenn koronusmittan kom til Føroya.

Telefonsamrøður við sjúklingar gera tó, at minkingin ikki er størri enn hon er.

Korona var steinur oman á byrðu á skurðdeildunum, har sum læknatrot og fleiri ávísingar vóru frammanundan.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at sambært einari meting, sum Landssjúkrahúsið gjørdi saman við Búskaparráðnum, kostar korona 16 mió. kr.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946