Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaðu semingsuppskotið

Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaðu semingsuppskotið
Semingsstovnurin hevur samstundis endað semingsroyndina
Partarnir hittu Semingsstovnin seinnapartin, eftir at hava viðgjørt semingsuppskotið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.10.2020 - 16:18

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur vrakað semingsuppskotið, sum semingsmenninir løgdu fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum í gjárnáttina.

Partarnir vóru hjá Semingsstovninum seinnapartin, og tá boðaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir frá, at teir vraka semingsuppskotið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um Lønardeildin eisini hevur vrakað semingsuppskotið. Men Kringvarpið skilir, at Lønardeildin tók undir við tí.

Terje Sigurðsson sigur, at partarnir standa so langt frá hvør øðrum, at teir vildu ikki skriva undir nakra semju í dag. 

Hann sigur, at semingsmenninir eru fúsir at taka semingsroyndina uppaftur, um annar parturin vendir sær til Semingsstovnin og biður um tað.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur á heimasíðuni, at støðan er álvarslig, og nevndin viðger støðuna í løtuni.

 

Hýrurin var ikki tann besti, tá partarnir í sáttmálatrætuni hittu Semingsstovnin seinnapartin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835