- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavur Jøkladal nýggjur formaður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/23584f2172626f0bf3e790d3b51315a7.png?itok=eKjevjoS)
Ólavur Jøkladal er nýggjur formaður í Leiklistaráðnum.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur valt nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini.
Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt Ólav Jøkladal og Birnu Heinesen.
Hinir limirnir í Leiklistaráðnum Durita Dahl Andreassen, sum er vald er tilmæli frá Leikarafelagnum, Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum, Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá MáF, Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpallin, og Jóan Petur Hentze, sum er valdur eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð.
Drúgvar royndir
Nýggi formaðurin í Leiklistaráðnum, Ólavur Jøkladal, er cand.mag í tónleikavísindum og norðurlendskum máli. Hann hevur drúgvar royndir sum kórleiðari og tónaskald, og hann er eisini fíggjar- og roknskaparkønur.
Birna Heinesen, cand. mag. í dramaturgi, hevur sitið eitt skeið frammanundan í ráðnum, tilnevnd av Listafólkasambandinum. Jóan Petur Hentze er eisini afturvaldur.
Allir hinir ráðslimirnir eru nývaldir.
Leiklistaráðið er stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ráðið setir stjóran, og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.