Gestur Hovgaard professari í Grønlandi

Gestur Hovgaard professari í Grønlandi
Hann hevur starvast á lærda háskúlanum í Grønlandi síðani 2017
Gestur Hovgaard hevur fingið professaraheiti
Mynd: Sermitsiaq  
 
07.10.2020 - 11:31

Gestur Hovgaard, leiðarin á deildini fyri samfelag, búskap og journalistikk á lærda háskúlanum í Grønlandi, Ilisimatusarfik, hevur fingið professaraembæti.

Metingarnevndin varð samd um at geva Gesti Hovgaard heitið.

Í nevndini sótu Torill Nyseth frá Arktiska Universittetinum í Noregi, Ivar Jonsson, professari á Østfold University College, og Peter Berliner, professari á Ilisimatusarfik.

Gestur Hovgaard tók við starvinum sum leiðari í Ilisimatusarfik í 2017, við ábyrgd fyri lestrareindunum journalistikki, sosialráðgevi, vinnubúskap og samfelagsvísindi.

Gestur Hovgaard hevur fyrr verið limur í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið og Granskinginarráðið í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342