Breddin: Miðlar, ADHD og Eysturoyartunnilin

Breddin: Miðlar, ADHD og Eysturoyartunnilin
Trý evni eru í sendingini í dag
Hvønn týdning fær Eysturoyartunnilin, tá koyrandi verður í honum um nakrar mánaðir, verður spurt í Breddanum í dag
 
07.10.2020 - 14:16

Gjógvin millum politikarar og borgarar er minkað munandi, síðani vit fingu sosialar miðlar. Men er tað ein fyrimunur ella vansi?

Samrøða verður við Niels Una Dam, stjóra í Nudlavirkinum, og Eyðbjørt Skylv Midjord, samskiftis- og miðlafrøðing.

90 prosent av teimum, ið verða útgreinað fyri ADHD, hava ADHD, men játtanin til viðgerðir samsvarar ikki við tørvin. Breddin hittir Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum, og Tórmóð Stórá, leiðara á Psykiatriska deplinum.

Hvørja ávirkan fær Eysturoyartunnilin, tá hann verður tikin í brúk um nakrar mánaðir. Vit spyrja Gísla Gíslason, fyrrverandi borgarstjóra á Akranesi í Íslandi, hvørjar royndir tey hava havt av undirsjóvartunlinum millum Akranes og Reykjavík. 

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371