- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi skúlin tikin í nýtslu eftir heystfrítíðina
Nýggi Skúlin við Streymin verður tikin í nýtslu eftir heystfrítíðina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Skúlin verður vígdur hósdagin í næstu viku, og sunnudagin í næstu viku sleppur almenningurin at síggja skúlan, áðrenn hann letur alment upp mánadagin 19. oktober.
Verkætlanin at byggja nýggja Skúlan við Streymin er størsta byggiverkætlanin hjá Sunda kommunu. Skúlin kostar umleið 100 milliónir krónur.
Bygdur í 1974
Fyrsti parturin av Skúlanum við Streymin varð bygdur í 1974, skúlin varð síðani útbygdur í 1980, og fleiri dagføringar eru gjørdar síðani.
Nýggi Skúlin við Streymin verður vígdur hósdagin í næstu viku, og skúlin verður tikin í nýtslu um góðar tvær vikur.