- Tíðindi, mentan og ítróttur
Velja eldraráð í Suðuroynni
Velja eldraráð í Suðuroynni
Freistin at stilla upp er 16 oktober
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hamragardur_ellis-_og_roktarheim3.jpg?itok=aTXw9c2n)
Eldraráðið í Suðuroynni skal útbyggja sambandið millum tey eldru og Bú- og heimatænastuna
05.10.2020 - 09:38
Eldraráð skal veljast í Suðuroynni at betra og útbyggja sambandið millum tey eldru og Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni.
Tey, sum stilla upp, skulu vera fylt 60 ár valdagin. Freistin at stilla upp er 16.oktober á middegi.
Valevni skulu hava minst tveir stillarar.
Fýra ár
Valskeiðið er fýra ár, frá 1.januar næsta ár til 31.desember 2024.
Í Vágs kommunu og í Tvøroyrar kommuna skulu veljast tvey fólk.
Í hinum fimm kommununum í oynni skal veljast eitt fólk í hvørjari kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV