- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS framvegis tørv á innspræning
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2019-10-21-14h56m03s811.png?itok=veTSdgHx)
Flogfelagið SAS er í stórum trupulleikum, og felagið hevur tørv á stórari fíggjarligari innspræning.
Danski miðilin, Check-in, sum fylgir flogvinnuni, skrivar, at í greining av støðuni hjá SAS, verður avtøka av felagnum nevnd sum ein møguleiki, fæst ikki neyðug fígging.
Mett verður, at tørvur er á tilsamans átta og einari hálvari milliard krónum. Henda mánaðin skulu einar tríggjar milliardir krónur útvegast.
SAS flýgur eisini til Føroya, men herfyri kunngjørdi SAS, at tey gevast við flúgvingini millum Keypmannahavn og Vágar fyribils, men at hon verður tikin uppaftur næsta ár.
Grundarlagið undir flúgvingini til Føroya er so nógv broytt, at felagið má laga seg til broyttu umstøðurnar, sigur SAS.