- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið viðger Suðuroyarleiðina
Longu í hesi vikuni ella í seinasta lagi í næstu viku fer landsstýrið at koma við einum boði um, hvussu Suðuroyarsiglingin skal skipast í framtíðini.
Men hvussu tað skal gerast, veit Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ikki enn.
Hann sigur tó, at okkurt skal gerast, tí verandi støða ber ikki til.
So nógvur farmur er at flyta á Suðuroyarleiðini, at Smyril ofta er seinkaður.
Fyrst og fremst ferðafólk
Fólk, sum brúka Smyril nógv, halda, at skipið skal fyrst og fremst vera fyri ferðafólk og ikki til farmaflutning.
Trupulleikin er, at fiskur, sum skal úr Suðuroynni av landinum, skal til Havnar fyrst.
Erhard Joensen, tingmaður í Sambandsflokkinum og tí eisini í samgonguni, segði við Útvarpið í síðstu viku, at farmur nú kemur fram um alt annað.
Tað var ikki ætlanin, tí Smyril er fyrst og fremst eitt ferðafólkaskip, sum eisini kann taka nakað av farmi.