- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengar í JFK-samtakinum og Tavuni geva yvirskot
Pengar í JFK-samtakinum og Tavuni geva yvirskot
Føroyagrunnurin frá 1971 hevði stívliga átta milliónir krónur í yvirskoti í fjør
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tavan_i_leirvik.jpg?itok=_7jvjNq8)
Føroyagrunnurin eigur Norðoya íløgufelag, sum eigur í Tavuni í Leirvík.
04.10.2020 - 16:37
Føroyagrunnurin frá 1971 hevði stívliga átta milliónir krónur í yvirskoti í fjør.
Tað vísir roknskapurin, sum nú er almennur.
Úrslitið er tað besta síðani 2016, tá yvirskotið eisini táttaði í átta milliónir.
Føroyagrunnurin eigur 32,7 prosent av JFK-samtakinum. Og grunnurin eigur eisini partafelagið Norðoya Íløgufelag, sum millum annað eigur í Tavuni í Leirvík.
Eginpeningurin í Føroyagrunninum er nú 251 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV