- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óbroytt skattaprosent á Tvøroyri
Óbroytt skattaprosent á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna hevur til 1.september í ár fingið eitt vet meira í skatti enn somu tíðina í fjør
02.10.2020 - 10:02
Skattaprosentið á Tvøroyri verður tað sama næsta ár sum i ár, tað er 20,90.
Og barnafrádrátturin verður eisini tann sami, 7.000 kr.
Tað hevur býráðið á Tvøroyri samtykt.
Tvøroyrar kommuna hevur til 1.september í ár fingið eitt vet meira í skatti enn somu tíðina í fjør.
Talan er um slaka hálva millión, 1,14 prosent.
Men í august var framgongdin størri, tá var hon 6,79 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV