Nevningating um rúsevni

Nevningating um rúsevni
Málið skal í nevningating, tí kravið hjá ákæruvaldinum er fongsul í minst fýra ár
Tríggir ungir menn, allir í 20unum, eru ákærdir fyri at royna at smugla 982,6 gramm av amfetamini til Føroya við Norrønu
 
02.10.2020 - 11:13

Í næsta mánaði verður nevningating um rúsevni í Føroya rætti.

Og talan er um eitt stórt mál, tað byrjar 9.november og endar 20.november.

Tríggir ungir menn, allir í 20unum, eru ákærdir fyri at royna at smugla 982,6 gramm av amfetamini til Føroya við Norrønu. 

Hetta var í november í fjør, og menninir hava verið varðhaldsfongslaðir síðani.

Tveir danir og ein føroyingur

Talan er um tveir danir og ein føroying. Føroyingurin er eisini ákærdur fyri at royna at smugla 12,7 kilo av hashi úr Íslandi í januar í fjør.

Ákæruvaldið krevur eisini, at 182.000 krónur verða konfiskeraðar hjá tí eina manninum og ein bilur, sum er verdur 205.000 kr., hjá einum øðrum, sigur Linda M. Hesselberg, varafúti, við Útvarpið.

Tann eini maðurin játtar at hava roynt at innflyta amfetaminið til Føroya, men hann sigur, at hann var einsamallur um ta royndina.

Hinir báðir menninir nokta seg sekar.

Málið skal í nevningating, tí kravið hjá ákæruvaldinum er fongsul í minst fýra ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342