Hittast aftur mánamorgunin

Hittast aftur mánamorgunin
Um vikuskiftið viðgera partarnir uppskotini um broytingar í sáttmálanum, sum teir hava fingið frá hinum partinum
Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin hava verið til seming í hesari vikuni. Her støkkur semingsmaðurin inn á gólvið í fundarhølunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.10.2020 - 09:11

Semingsroyndin er ikki liðug enn, og sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hittast aftur mánamorgunin.    

Um vikuskiftið viðgera tey uppskotini um broytingar í sáttmálanum, uppskot, sum tey hava fingið frá hinum partinum.

Og mánamorgunin klokkan níggju hittast teir aftur hjá Semingsstovninum á Hotel Brandan. 

Nú eru tvær vikur síðani, Semingsstovnurin varð boðsendur, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki funnu semju um nýggjan sáttmála.

Og mánadagin byrjaði semingsroyndin, og hon heldur fram næsta mánamorgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949