- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj forkvinna í Etiska ráðnum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/anne_mette_grevesen_prestur_05_luminar.jpg?itok=40OhX0-b)
Anne Mette Greve Klemensen, prestur, er nýggj forkvinna í Etiska ráðnum. Hon tekur við eftir Hildur við Høgadalsá, sum hevur lagt frá sær.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur valt nýggju forkvinnuna.
Anne Mette Greve Klemensen tók við sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi fyrr í ár, eftir at hava verið prestur í Fuglafirði síðani 2011. Hon hevur harumframt serkunnleika í eksistentionellum lívsstøðum hjá barnakornum.
Fremja og styrkja kjak
Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkjunum.
Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á bio- og ílegutøkniska økinum, og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking og nýtslu av bio- og ílegutøkni.
Í Etiska ráðnum eru níggju limir, ið verða valdir fyri fýra ár í senn.