- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta milliónir setast av til veðurstovu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150402_124341-2.jpg?itok=eDb_2elt)
Nú 11 ár eftir yvirtøkuna hevur landsstýrið sett sær fyri at menna eina nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum.
Í tí sambandi eru settar av 3,2 milliónir krónur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021. Játtanin til veðurtænastu hækkar úr sløkum fimm milliónum krónum upp í góðar átta milliónir krónur.
Endamálið er at menna eina dagførda og útbygda føroyska veðurtænastu við betri og neyvari veðurforsagnum fyri allar Føroyar.Ætlanin fevnir um betri miðling, kanningar og gransking.
Ein veðurmenningarbólkur, sum kom við frágreiðing í fjør, segði, at tað kostar tríggjar milliónir krónur um árið at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu.Veðrið varð yvirtikið í 2009.