299 færri nýggir bilar

299 færri nýggir bilar
Færri nýggir bilar eru seldir í ár. September royndist kortini væl hjá bilasølunum
Bilasølurnar í Føroyum hava selt færri bilar enn tær gjørdu fram til 1. oktober í 2019
 
01.10.2020 - 07:11

53 fleiri bilar blivu skásettir í september í ár enn í september í fjør. Teir vóru 285 í ár og 232 í fjør.

Men taka vit alt árið higartil eru 299 færri bilar í ár. Minkingin er 12 prosent. Serliga eru nógv færri persónbilar skrásettir. Teir eru 384 færri í ár, sigur Akstovan.

Men bilarnir, sum verða innfluttir brúktir, eru 13 prosent fleiri í ár, 234 til 1.oktober og 207 í teimum fyrstu trimum ársfjórðingunum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949