- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barsilspengar verða nú latnir í eitt ár
Inngjaldið í Barsilsgrunnin hækkar úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent.
Inngjaldið hevur verið 0,71 prosent síðani 2015.
Og tíðin, har barsilspengar verða latnir, verður longd fýra vikur.
Neyðugt er at hækka inngjaldið, tí annars fer Barsilsgrunnurin á heysin. Hann er undirfíggjaður, 10 mió. kr. í ár og 12 mió. kr. næsta ár.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um barsilsskipan.
52 vikur
Rætturin til barsilspengar verður longdur úr 48 vikum upp í 52 vikur.
Eisini skal rætturin til barsilspening, sum foreldrini kunnu býta sínámillum, leingjast úr 30 vikum upp í 34 vikur.
Ein onnur broyting er, at kærunevndin hjá Barsilsskipanini verður løgd saman við kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini.