Forsetin ikki rindað skatt í fleiri ár

Forsetin ikki rindað skatt í fleiri ár
Donald Trump rindaði 750 dollarar, 4.800 kr., í inntøkuskatti í 2016, tá hann varð valdur til forseta í USA
Donald Trump hevur ikki goldið skatt í fleiri ár, vísir eitt yvirlit hjá New York Times
 
28.09.2020 - 08:48

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ikki rindað inntøkuskatt í 10 av teimum seinastu 15 árunum. 

Tað skrivar The New York Times, sum hevur fingið innlit í skattaskjølini hjá Trump.

Trump rindaði 750 dollarar,  sum eru 4.800 krónur í dagsins kursi, í inntøkuskatti í 2016, - árið, sum hann varð valdur til forseta. 

Hann rindaði somu upphædd í 2017.

Í 10 av seinastu 15 árunum hevur hann ikki rindað skatt av inntøku síni, skrivar blaðið.

Yvirlitið hjá The New York Times vísir ikki skattauppgerðina hjá Trump fyri 2018 og 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878