- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møguleiki fyri størri arktiskum samstarvi

Møguleikin fyri størri norðurlendskum samstarvi um Arktis skal viðgerast á einum fundi í fólkatinginum fyrrapartin 4.november.
Sendiharrarnir hjá øllum Norðurlondunum í Keypmannahavn eru bodnir á fundin.
Sendiharrarnir eru bidnir um at koma við einari stuttari kunning um, hvønn politikk um Arktis, land teirra hevur.
Og um teir halda, at møguleiki er fyri størri norðurlendskum samstarvi um Arktis.
Arktiska sendinevndin
Arktiska sendinevndin hjá fólkatinginum, sendinevndin í Norðurlandaráðnum, Uttanríkispolitiska nevndin, Grønlandsnevndin og Føroyanevndin hjá fólkatinginum hava boðað til fundin.
Sjúrður Skaale er formaður í arktisku sendinevndina og Edmund Joensen er næstformaður.
