Rindaði 190 mió. kr. í skaðaendurgjaldi

Rindaði 190 mió. kr. í skaðaendurgjaldi
Korona og ódnarveðrið tíðliga í árinum kostaðu Betri trygging nógv
Betr trygging rindaði 60 milliónir kr. meira í skaðabótum fyrra hálvár í ár enn somu tíð í fjør
 
25.09.2020 - 08:35

Betri trygging rindaði 190 mió. kr. í skaðaendurgjaldi í fyrra hálvári. 

Hetta eru 60 mió. kr. meira enn í fyrra hálvári í fjør.

Orsøkin er korona, men ikki bara hon. Ódnarveðrið um mánaðarskiftið februar/mars kostaði eisini Betri trygging nógv. 

1.427 fleiri skaðar

Í fyrra hálvári í ár eru 1.427 fleiri skaðar fráboðaðir enn í fyrra hálvári í fjør. Teir vóru 7.227 í ár.

Betri trygging hevði kortini avlop í fyrra hálvári. Tað var átta milliónir krónur fyri skatt. 

Í fyrra hálvári í fjør hevði Betri trygging góðar 77 mió. kr. í vinningi fyri skatt.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949