Gera íløgur í Klaksvík fyri 70 mió. kr. næsta ár

Gera íløgur í Klaksvík fyri 70 mió. kr. næsta ár
Uppskotið um fíggjarætlan verður lagt fyri býráðið í kvøld
Eldraøkið eigur stóran part av vøkstrinum í Klaksvíkar kommunu seinastu árini
 
24.09.2020 - 10:45

Klaksvíkar kommuna fer at hava 76,6 mió. kr. eftir, áðrenn íløgur verða gjørdar og avdráttir verða goldnir næsta ár.

Tað sigur uppskotið hjá fíggjarnevndini um fíggjarætlan hjá Klaksvikar kommunu fyri 2021.

Uppskotið verður lagt fyri býráðið í kvøld.

Seinastu fýra árini er raksturin hjá Klaksvíkar kommunu vorðin 5,3 prosent dýrari.  Eldraøkið eigur ein stóran part av hesum vøkstri.

Uppskotið sigur, at raksturin verður 2,7 prosent dýrari næsta ár enn í ár.  

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru vaksnar 3,3 prosent seinastu trý árini.

Ætlanin er, sambært uppskotinum, at gera íløgur fyri 70 mió. kr. næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946