1200 ringdu til Atlantsflog um dagin

1200 ringdu til Atlantsflog um dagin
Avlýstu flogferðirnar fyrr í ár høvdu stórar broytingar við sær
10.000 tals ferðafólk, sum høvdu ferðaseðil, bóðu um at fáa ferðaseðilin avlýstan ella broyttan
 
22.09.2020 - 08:54

Sølu- og kundatænastan hjá Atlantic Airways hevur havt úr at gera, síðani korona legði mestsum alla flogferðsluna lamna í mars í ár.

Nú eru gerandisdagurin og avgreiðslutíðin farin at líkjast sær sjálvum aftur, skrivar Atlantsflog.

Men tær umleið 700 avlýstu flogferðirnar fyrr í ár høvdu stórar broytingar við sær.

Frá hálvum mars til hálvan juli fekk sølu- og kundatænastan 21.000 teldupostar, og upp í 1.200 ringdu til Atlantsflog um dagin.

Og 10.000 tals ferðafólk bóðu um at fáa ferðaseðilin avlýstan ella broyttan hetta tíðarskeiðið, skrivar Atlantsflog.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226