- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fráboðanir um harðskap av rúsdrekka
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/1f9c89dedde051b3e5e9d319d7ba5a68.png?itok=nkQ8-hZy)
Rúsdrekka er í fleiri førum enn í fjør atvoldin til, at kvinnur hava vent sær til Kvinnuhúsið í ár.
Í 2019 var rúsdrekka mett av vera orsøk til 67 av teimum tilsamans 432 áheitanunum, sum Kvinnuhúsið fekk.
Higartil í ár verður rúsdrekka mett av vera orsøkin til 141 av tilsamans 488 áheitanum.
Stóri munurin sæst í áheitanum, sum snúgva seg um sálarligan harðskap, fíggjarligan harðskap og materiellan harðskap.
Sálarligur harðskapur
425 av av teimum 488 áheitanunum, sum hava verið higartil í ár, hava snúð seg um sálarligan harðskap. Í fjør var hetta talið 356.
Fíggjarligur harðskapur snýr seg um vantandi ávirkan á fíggjarlig viðurskifti.
Eisini materiellur harðskapur er vaksin nógv í ár. Hetta er, tá ymist materielt verður brotið í harðskapi.
170 fráboðanir hava verið um likamligan harðskap í ár. Í fjør vóru 207 fráboðanir um likamligan harðskap.