Skulu nú staðfesta tapið

bannari
Skulu nú staðfesta tapið
Fyritøkur, sum hava fingið Covid-19-stuðul, skulu skjalprógva, hvussu stóran miss tær hava havt
Fær Taks ikki staðfestingina í seinasta lagi fríggjadagin, skal stuðulin gjaldast aftur
 
08.09.2020 - 09:46

Taks minnir nú fyritøkurnar, sum fingu stuðul sambært hjálparpakka tvey, um at staðfesta tapið hjá sær í seinasta lagi fríggjadagin, tí annars skulu pengarnir latast landinum aftur.

Stuðul er latin fyri afturgongdina í umsetningi.

Er afturgongdin millum 40 og 60 prosent frá 1.apríl til 30.juni, tað er í øðrum ársfjórðingi, og føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni eru 100.000 kr., er stuðulin 50.000 kr.

Er afturgongdin millum 60 og 100 prosent, er stuðulin 75.000 kr.

Freistin at søkja um stuðul var 30.juni.

Men í seinasta lagi 11.september skal Taks hava endaliga skjalprógvaða staðfesting um missin.

Fær Taks ikki hesa staðfesting, skal allur stuðulin latast aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949