- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj politilóg krevur nýggjar kunngerðir

Nú nýggj politilóg kemur í gildi á nýggjárinum er eisini brúk fyri nýggjum kunngerðum.
Fýra uppskot um kunngerðir eru gjørd og send til hoyringar.
Tað eina uppskotið er um nýggja politiviðtøku fyri allar kommunur, og eitt annað er um vald og valdstól, so sum skotvápn, stavur, gass, hundar og piparsproyt, hjá politinum. Eitt uppskot um kunngerð er um bráðhald, detentsjón, hjá rúsaðum fólki.
Uppskotið sigur millum annað, at børn yngri enn 12 ár kunnu ikki setast í bráðhald, og serligar reglur eru um børn yngri enn 15 ár.
Dátugrunnur
Fjórða kunngerðin, sum skal lýsast, er um Politiets efterforskningsstøtte database, PED, um persónsupplýsingarnar í honum.
PED er ein dátugrunnur, sum er innanhýsis arbeiðsamboð hjá politinum.
Ríkispolitiið hevur ábyrgdina av dátugrunninum. Bara fólk, sum hava fingið serstakt loyvi frá ríkispolitinum, hava atgongd til dátugrunnin.
Hoyringarfreistin er til 30.september.
Galdandi politilóg er frá 1894.
