78.000 tons av svartkjafti landað uttanlands

78.000 tons av svartkjafti landað uttanlands
Tilsamans 38 lastir av svartkjafti vórðu landaðar uttanlands, tíðarskeiðið føroysk skip høvdu hetta undantaksloyvi.
 
02.09.2020 - 10:45

Føroysk skip landaðu 78.300 tons av svartkjafti uttanlands í ár.

12 skip landaðu 38 ferðir uttanlands, 15 ferðir í Íslandi, átta ferðir í Danmark og átta ferðir í Noregi, seks ferðir í Írlandi og eina ferð í Niðurlondum, upplýsir Vørn.

Í fjør landaðu sjey føroysk skip 46.700 tons av svartkjafti uttanlands.

Tá vóru landingarnar 12 í tali.

Í 2018 landaðu átta føroysk skip góð 39.000 tons av svartkjafti uttanlands. Landingarnar vóru tá 16.

Loyvt var at landa svartkjaft uttanlands frá 11. mars til 15. juni fyri at sleppa undan bíðitíðini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497