- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur bústovnur á Mýrini um tvey ár

Í morgin verður framløga fyri avvarðandi og grannum um ætlanina at byggja bústovn á Mýrini í Hoyvík.
Framløgan verður á Tjóðsavninum kl.17 í morgin.
Landsverk, MAP arkitektar og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, vera við.
Ætlanin er at byggja ein stovn, eitt sambýli, til 18 fólk við serligum avbjóðingum á Mýrini. Tvey sambýli vóru á Mýrini, men tey eru tikin niður, tí tey vóru í so ringum standi.
Kostar 40-42 mió. kr.
Skipanaruppskotið um nýggja bústovnin á Mýrini var liðugt í september í fjør. Uppskot um verkætlan var liðugt í juli. Mett verður, at verkætlanin fer at kosta 40-42 mió. kr.
Jørðarbeiðið verður boðið út í næstum, sigur Almannamálaráðið.
Høvuðsarbeiðstøkan verður boðin út fyrst í næsta ári.
Ætlanin er, at bygningurin verður liðugur um tvey ár, á sumri í 2022.
