- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt ár síðani løgtingsvalið
Eitt ár síðani løgtingsvalið
Tórbjørn Jacobsen, Bjarni Djurholm og Jóannes Eidesgaard gera viðmerkingar um fyrsta árið hjá landsstýrissamgonguni

Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm skiftu orð í sjónvarpsstovuni um avrikini hjá landsstýrissamgonguni fyrsta árið. Sólvit Nolsøe er vertur
31.08.2020 - 15:51
Í dag fyri einum ári síðani var løgtingsval.
Tað endaði við, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skipaðu landsstýrissamgongu, við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni.
Hvussu hevur fyrsta árið hjá samgonguni so hilnast?
Seinnapartin vóru Tórbjørn Jacobsen, Bjarni Djurholm og Jóannes Eidesgaard í sjónvarpsstovuni og gjørdu viðmerkingar um avrikini hjá samgonguni.
Orðaskiftið millum teir tríggjar fyrrverandi landspolitikararnar verður sent í Degi og Viku í kvøld. Sólvit Nolsø er vertur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV